– Vit skulu halda fast í arbeiðsinnsatsinum frá seinast og harumframt halda javnvágina á liðnum betur, sigur landsliðsvenjarin um dystin móti Hvítarusslandi


John Petersen, landsliðsvenjari hevur sett liðið til dystin móti Hvítarusslandi, og samanborið við byrjanaruppstillingina til dystin móti Norðurírlandi farna fríggjadag, eru tríggjar broytingar á liðnum. Talan er um Saru Samson Lamhauge, Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir og Óluvu Allansdóttir Joensen, sum í dag eru millum tær fyrstu 11.

Undan dystinum er greitt, at mótstøðuliðið Hvítarussland er á leið líka sterkt sum Norðurírland, sum kvinnurnar taptu móti fríggjakvøldið. Málið í dag er sjálvsagt eitt betri úrslit, og til tað krevst hart arbeiði allan dystin, sigur landsliðsvenjarin.

– Vit vita, at mótstøðan er sterk, og at tær leikliga eru væl fyri, og tí krevur tað nærlagni og konsentratión frá okkara leikarum allan dystin á tamb. Viljan og arbeiðsinnsatsin kunnu vit avgjørt taka við okkum frá dystinum fríggjakvøldið, men leikliga vilja vit eisini royna at fáa meira burturúr í kvøld, sigur John Petersen.

Byrjunaruppstillingin á føroyska liðnum er hendan:
Óluva Joensen verður í málinum, og hetta verður fyrsti A-landsdystur hjá 18 ára gamla málverjanum. Í verjuni eru Sanna Svarvadal, Jacoba Langgaard, Birita Ryan og Ásla Johannesen. Julia Naomi Mortensen, Sara Samson Lamhauge, Elisabet Vang, Kára Djurhuus og Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir manna føroyska miðvøllin, og fremsti leikari í dag verður Heidi Sevdal.

Dysturin millum Føroyar og Hvítarussland byrjar á Tórsvølli klokkan 17.00, og hann verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.