Pætur Clementsen hevur framt tríggjar brotyingar til dystin móti Gibraltar, samanborið við tær fyrstu ellivu, ið vóru sendar á vøllin móti Slovakia
Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen hevur rist eitt sindur í posanum undan UEFA Nations League dystinum móti Gibraltar, sum verður á Europa Point Stadion í kvøld klokkan 18:00.
Samanborið við dystin móti Slovakia farna fríggjakvøld, sum endaði 3-0 til slovakar, hevur venjarin framt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini. Út eru farnar Ásla Johannesen, Julia Naomi Mortensen og Jensa Tórolvsdóttir, og í teirra stað eru komnar Malena Olsen, Jancy Mohr og Fridrikka Clementsen.
Óluva Allansdóttir Joensen verður í mál, og verjuna manna Jancy Mohr, Birita Ryan, Durita Hummeland og Tórunn Højgaard Joensen. Á miðvøllinum vera Sara Samson Lamhauge, Sanna Svarvadal, sum eisini verður liðskipari, Eyðvør Klakstein, Malena Olsen og Fridrikka Clementsen, og í álopinum verður Heidi Sevdal.
Á bonkinum sita Valborg Østerø, Petra Hoydal, Rakul Sørensen, Ásla Johannesen, Jensa Tórolvsdóttir, Julia Naomi Mortensen, Anna Brændstrup og Rúna Jacobsen.
UEFA Nations League dysturin millum Gibraltar og Føroyar kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo. Veljið “Sjón”, og trýstið síðani á “KVF 2”. Byrjað verður at senda klokkan 17:55.