Landsliðsvenjarin hevur framt tríggjar broytingar í uppstillingini til dystin móti Litava, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu móti Luksemborg
——————
Jóannes Bjartalíð, Jákup Biskopstø Andreasen og Patrik Johannesen eru í byrjunaruppstillingini, tá A-landsliðið við monnum seinnapartin tekur ímóti Litava á Tórsvølli.
Harvið fremur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson tríggjar broytingar á liðnum, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaði móti Luksemborg farna týsdag.
Gunnar Nielsen verður í mál, og verjuna manna Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Hørður Askham og Viljormur Davidsen, sum eisini verður liðskipari. Á miðvøllinum vera á byrjan Jóannes Bjartalíð, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen og Meinhard Egilsson Olsen, og fremstir vera Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.
Á bonkinum sita Kristian Joensen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Mads Boe Mikkelsen, Daniel Johansen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson, Hannes Agnarsson, Ári Mohr Jónsson, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson og Heðin Hansen.
Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Ongin atgongumerkjasøla verður við dyrnar, men netsølan er opin til dystarbyrjan.