Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan móti Rumenia

Klokkan 21:45 lokala tíð í rumenska býnum, Cluj, sum er klokkan 19:45 føroyska tíð, fara Rumenia og Føroyar á vøllin á Dr. Constantin Radulescu Stadion.

 

Venjararnir hava avgjørt at gera tríggjar broytingar í føroysku byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Malta síðsta leygardag.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og Heini Vatnsdal koma inn á miðvøllin fyri Sølva Vatnhamar og Rógva Baldvinsson, og í álopinum avloysir Klæmint Andrasson Olsen Jákup Ludvig Thomsen.

 

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum vera Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Brandur H. Olsen og Rene S. Joensen. Framrættaður miðvallari verður Hallur Hansson, meðan Klæmint A. Olsen verður í álopinum.

 

Bonkur: Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Rógvi Baldvinsson, Bartal Wardum, Sølvi Vatnhamar og Jákup L. Thomsen.

 

Myndir: Tíðindafundur og venjing á Dr. Constantin Radulescu Stadion

 

Á Dr. Constantin Radulescu Stadion er vanliga pláss fyri umleið 25.000 áskoðarum. Men av trygdarávum verður bara pláss til eini 13.000 til dystin millum Rumenia og Føroyar. Fyriskipararnir vænta, at umleið 11.000 áskoðarar verða til dystin. Av teimum vera eini 25 føroyingar.

 

Les eisini (FSF Varpið): Rumenia verður ein trupul uppgáva