Bartal Wardum, Hilmar Leon Jakobsen og Magnus Holm Jacobsen verða við frá byrjan, tá A-landsliðið seinnapartin spælir venjingardyst ímóti Litava

——————

Nu er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Håkan Ericson og Eli Hentze senda á vøllin frá byrjan í venjingardystinum móti Litava.

Fyrrapartin týsdagin setti føroyska A-landsliðið við monnum kós ímóti Vilnius í Litava. Flogferðin, ið vardi umleið tríggjar tímar, gekk væl, og eftir at spælarar og venjarar høvdu fingið ein bita á gistingarhúsinum í litaviska høvuðsstaðnum, gekk leiðin á LFF Stadion at venja, har dysturin eisini verður spældur.

Og hóast bítandi kalt í veðrinum, gekk venjingin væl, og sum heild eru allir í hópinum væl fyri og klárir til venjingardystin móti Litava.

Håkan Ericson og Eli Hentze hava havt seinasta fundin við spælarunum í samband við sjálvan dystin, og nú er greitt, hvøjir teir fyrstu ellivu verða, ið venjararnir senda á vøllin frá byrjan. Fyri tríggjar er talan um fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar. Av teimum er ein, ið hevur spælt A-landsdyst fyri Føroyar áður, men ikki í fótbólti. Talan er sjálvandi um Hilmar Leon Jaokbsen úr HB.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Bartal Wardum, Heðin Hansen og Viljormur Davidsen, sum eisini verður liðskipari hendan dystin. Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Magnus Holm Jacobsen, Rógvi Baldvinsson og Kaj Leo í Bartalsstovu. Framherjar frá byrjan verða Meinhard Egilsson Olsen og Hilmar Leon Jakobsen.

Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Ári Mohr Jónsson, Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Klæmint Andrasson Olsen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen og Jóannes Bjartalíð.

Venjingardysturin millum Litava og Føroyar byrjar klokkan 19:00 lokala tíð, tað er klokkan 17:00 føroyska tíð, og verður vístur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo.

Myndir: Hans Erik Danielsen