Fyri teir tríggjar brøðurnar, Andras, Dánjal og Róa Frederiksberg var dysturin í MeistaraDeildini hjá kvinnum millum Víking og KÍ Kristi himmalsferðardag nakað heilt serligt
——————
Tá Víkingur og KÍ brustu saman í MeistaraDeildini hjá kvinnum Kristi himmalsferðardag, vóru tað tríggir brøður, ið dømdu dystin.
Andras Frederiksberg hevði høvuðsábyrgdina sum dómari, og á síðulinjunum hjálptu Dánjal og Rói. At teir allir tríggir skuldu døma sama dyst í bestu kvinnudeildini er ikki gerandiskostur – og tað setti sín serliga dám á dagin.
– Vit eru allir tríggir sera fótbóltsáhugaðir, og okkum dámar væl at døma. At vit so fingu møguleikan at døma saman í einum slíkum dysti er nakað heilt serligt. Vit kennast sjálvandi væl, og samstarvið var tískil avbera gott, sigur Andras Frederiksberg.
Fyri brøðurnir, ið eru av Strondum og hava fingið sín fótbóltsuppvøkstur á Skála, er fótbóltur ein stórur partur av gerandisdegnum. Allir hava – ella eru framvegis – virknir fótbóltsspælarar, og serliga Andras, sum er elstur, hevur drúgvar royndir á hægsta stigi sum spælari.
Við næstan hundrað dystum í fremstu deildini koma hesar royndir Andrasi væl við tá hann fer á vøllin sum dómari, samstundis sum hann ynskir at hjálpa og stuðla beiggjunum.
– Vit fylgja væl við í heimligu kappingunum hjá bæði kvinnum og monnum, og tosa nógv saman um ymiskar støður, sum vit hava sæð í øðrum dystum ella í sjónvarpinum. Málið er alla tíðina at menna okkum sum dómarar og gera tað so gott sum gjørligt, sigur Andras Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF.




