Við flest atkvøðum á sona appini, varð Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ vald til besta spælara í mars og apríl mánað

——————

Eftir sjey umfør í grundspælinum í MeistaraDeildini hjá kvinnum eru klaksvíkskvinnur fremstar við 19 stigum og málmuninum +35. Tó er munurin til nærmasta kappingarneyta lítil, tí á øðrum plássi er HB, eisini við 19 stigum og málmuninum +25.

Kristi himmalsferðardag vóru tveir dystir á skránni, meðan triðji dysturin í sjeynda umfari verður spældur sunnudagin.

Í Gundadali var grannauppgerð millum HB og B36. Beint fyri steðgin legði Fríða Magnusardóttir Jakobsen heimaliðið á odda, og tá fáir minuttir vóru eftir at spæla avgjørdu Elin Maria Isaksen og Julia Naomi Mortensen dystin, sum endaði 3-0 til HB.

Í Sarpugerði í Norðragøtu hevði KÍ fult tamarhald og vann 4-0 á Víkingi. Málini gjørdu Sólja Ernstdóttir, Malena Olsen, Tórunn Højgaard Joensen og Durita Hummeland.

Áðrenn dystin varð Tórunn Højgaard Joensen heiðrað sum besti spælari í mars og apríl mánað. Tað var mamma Tórunn, Poula Ann Joensen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði dótturini eitt gávubræv frá Føroya Tele og eina heiðursplátu frá FSF.

Hinar báðar, ið vóru tilnevndar, vóru Julia Naomi Mortensen úr HB og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi. Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er í samstarvi við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Stigatalva og leikskrá: MeistaraDeildin kvinnur (grundspæl)