Í morgin, leygardagin er síðsta umfari í MeistaraDeildini hjá kvinnum á skránni. Í ovara bólkinum møtast Víkingur og Skála, og HB og KÍ, og í niðara bólki tekur ÍF móti FC Suðuroy, og B36 fær vitjan av 07 Vestur

——————

Tað verður nummar eitt ímóti nummar tvey, KÍ og HB sum møtast á Tórsvølli í morgin, leygardagin 24. oktobur klokkan 14:00, tá síðsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum er á skránni.

Undan dystinum er greitt, at klaksvíkskvinnur fara avstað við FM-heitinum – meistaraheiti nummar 25 síðani 1997 – meðan HB fær silvurkrónurnar.

Í hinum dystinum í ovara bólki tekur Víkingur, sum fær bronsuheiðursmerkini, ímóti Skála. Tann dysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu, og byrjar klokkan 13:00.

Í niðara bólki í MeistaraDeildini hjá kvinnum er framvegis spenningur um 1. plássið. Undan síðsta umfari er 07 Vestur fremst við 23 stigum, tvey stig fleiri enn B36, sum er á øðrum plássi við 21 stigum.

Og tað verða júst hesi bæði liðini, ið hittast á Tórsvølli í morgin klokkan 17:00. Hin dysturin í niðara bólki verður í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og FC Suðuroy. Tann dysturin byrjar klokkan 13:15.

Stigatalvur og úrslit