21 ára gamli KÍ spælarin er komin til Skotlands og var við til fyrstu venjingina í dag


Eftir dystin hjá kvinnunum móti Spania hóskvøldið var greitt, at fleiri spælarar fóru úr hópinum áðrenn fráferð til Glasgow, har A-landsliðið týskvøldið skal spæla móti Skotlandi á Hampden Park.

Talan er eitt nú um Jacobu Langgaard, Káru Djurhuus, Saru Samson Lamhauge, sum vegna skaðar ikki eru við í hópinum móti Skotlandi.

Hetta er fyrstu ferð, at Tórunn Højgaard Joensen er úttikin til A-landsliðið. Hon legðist afturat hópinum í gjár, og hon var sostatt við, tá landsliðið hevði fyrstu venjingina á vøllinum síðan komu til Skotlands.

Føroyar og Skotland spæla sum nevnt á Hampden Park týskvøldið, dysturin byrjar klokkan 19.35.

Myndir frá venjingini í dag: Bjarni Enghamar