Aftur hesaferð endaði tað við einum teprum tapi hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í kvøld hevði vitjan av Kýpros á Tórsvølli.


Tað var kalt, men gott fótbóltsveður í kvøld, tá ið Føroyar og Kýpros leiktu Nations League dyst á Tórsvølli.

Føroyska liðið var omaná størsta partin av dystinum. Høga trýstið riggaði væl til, og føroysku kvinnurnar tóktust at hava tamarhald á dystinum. Aftaná ein góðan hálvan tíma, burturúr púra ongum, legði útiliðið seg á odda. Ein langur bóltur varð skotin fram á føroysku hálvuna, verjan fekk ikki rudda ordiligt burtur, og so var lætt hjá áleyparanum hjá Kýpros at skjóta bóltin afturum Óluvu A. Joensen í føroyska málinum.

Í seinna hálvleiki kundu føroyingarnir avgjørt alt sjálvar. Tað skolaði við stórum møguleikum móti málinum hjá útiliðnum. Við eitt sindur av neyvleika kundi Føroyar bæði javna og lagt seg á odda, men inn vildi bólturin ikki, og dysturin endaði tí 1-0 til gestirnar.

Føroyar hava tveir dystir eftir í Nations League á hesum sinni. Báðir á útivølli. Fyrst ímóti Montenegro 1. desember, og síðani ímóti Aserbadjan 5. desember.

Myndir: Bjarni Enghamar