Serliga hjá U15 gentunum er nógv á skránni í august mánað. Fyrst skulu tær spæla tveir venjingardystir móti Íslandi, áðrenn farið verður til Baltic Cup í Lettlandi

——————

Heilt fitt av landsliðsvirksemi er á skránni í august mánað. Og serliga eru tað U15-liðini við gentum og dreingjum, og U17 dreingirnir, ið sleppa at royna seg.

Í døgunum 2. til 10. august taka U17-dreingirnir lut í NM, sum verður í Noregi. Føroyska liðið skal spæla tríggjar dystir, sum vera móti Svøríki, Norðurírlandi og Onglandi.

Um miðan august fáa bæði U15 genturnar og U15 dreingirnir vitjan av teirra íslendsku javnaldrum, ið koma til Føroyar at spæla venjingardystir. Týsdagin 16. august møtast liðini á Svangaskarði á Toftum, og tveir dagar seinni, hósdagin 18. august verður spælt á Tórsvølli.

Síðst í mánaðinum skulu U15-genturnar aftur á vøllin, tá Baltic Cup 2022 er á skránni í Lettlandi.

Skráin

4. august
U17 Dreingir: Svøríki – Føroyar (NM)

6. august
U17 Dreingir: Føroyar – Norðurírland (NM)

8. august
U17 Dreingir: Føroyar – Ongland (NM)

16. august
U15 Dreingir: Føroyar – Ísland á Svangaskarði kl. 15:00
U15 Gentur: Føroyar – Ísland á Svangaskarði kl. 17:30

18. august
U15 Gentur: Føroyar – Ísland á Tórsvølli kl. 15:00
U15 Dreingir: Føroyar – Ísland á Tórsvølli kl. 17:30

22.-28. august
U15 Gentur: Baltic Cup 2022 í Lettlandi