Mánadagin 28. august klokkan 10:30 verður tíðindafundur í FSF-húsinum. Á fundinum luttaka Eyðun Klakstein, Håkan Ericson og Christian Andreasen
——————
Nógvur landsliðsfótbóltur er aftur á skránni í komandi mánað, og millum annað skulu A-landsliðið við monnum og U21-landsliðið spæla í alt fýra EM-undankappingardystir í september.
Í hesum sambandi verður bjóðað til tíðindafund í FSF-húsinum mánadagin 28. august klokkan 10:30. Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein at kunngera U21-hópin, og síðani fer Håkan Ericson at kunngera A-landsliðshópin til komandi uppgávur.
Harafturat luttekur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya eisini á tíðindafundinum.
Hósdagin 7. september spælir manslandsliðið á útivølli móti Póllandi, og sama dag skal U21-landsliðið royna seg á útivølli móti Belarus.
Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 10. september klokkan 17:00, fær A-landsliðið vitjan av Moldova á Tórsvølli, og týsdagin 12. september klokkan 18:00 tekur U21 ímóti Kroatia á Djúpumýru í Klaksvík.