U17-landsliðið við dreingjum tapti týsdagin 7-2 fyri Estlandi. Thomas Bjørn Miezan og Bartal Páll Klein skoraðu føroysku málini
——————
Tað gekk ikki heilt eftir vild, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum týsdagin spældi fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Estlandi.
Luttakandi londini eru Føroyar, Kasakstan, Ný Kaledónia og Estland, sum var fyrsta mótstøðuliðið hjá okkara dreingjum. Og úrslitið gjørdist ein tryggur 7-2 sigur til estlendsku vertirnar, sum vóru á odda 2-0 í steðginum.
Málskjúttar hjá Føroyum vóru Bartal Páll Klein og Thomas Bjørn Miezan.
Næsta umfar í kappingini er hósdagin. Tá møtast Føroyar og Ný Kaledónia, og Kasakstan og Estlandi.
Myndir: Jan Djurhuus