FSF Varpið: Her ber til at síggja finaluna um Thomas Dam Intersport Steypið millum NSÍ og HB. Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping gjørdist úrslitið 4-1 til HB

HB er steypavinnari 2017 í kappingini fyri Dreingir U18. Ársins finala um Thomas Dam Intersport steypið, sum var ímillum NSÍ og HB, endaði við 4-1 sigri til HB. Eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð stóð á jøvnum 0-0, og tí varð finalan avgjørd við brotssparkskapping.

 

Niðanfyri ber til at síggja allan dystin, sum verð spældur á Tórsvølli fríggjakvøldið 25. august.

 

Frásøgurmaður er Tróndur Arge, og viðmerkjari er Áki Johansen.