Leygardagin eru øll børn, bæði gentur og dreingir, vælkomin at venja saman við kvinnulandsliðnum. Tiltakið verður á Tórsvølli klokkan 15:00
Í november mánaða skal føroyska kvinnulandsliðið spæla tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemburg. Dystirnir verða spældir 4. og 6. november, og fyrireikingarnar eru farnar í gongd.
Nakrar úttøkuvenjingar verða í næstum, og til fyrstu venjingarnar, sum verður á Tórsvølli komandi leygardag, hevur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari, sent boð eftir 26 spælarum. Endaligi hópurin, ið fer avstað til Luksemburg, verður úttikið síðst í oktober mánaða.
Men tað verður ikki bara vanliga landsliðsvenjing á skránni leygardagin. Til venjingina seinnapartin, ið er sett at byrja klokkan 15:00, verður høvið hjá yngri spælarum, bæði gentum og dreingjum at heilsa uppá, og møguleiki verður eisini at venja saman við kvinnulandsliðnum.
– Vit hava valt at skipa fyri einari serligari venjing seinnapartin leygardagin, har øll børn, bæði gentur og dreingir eru vælkomin at taka lut. Vónandi verður hetta væl móttikið, og møguliga kann hetta seta meir fokus á kvinnufótbóltin, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari.
Føroyska kvinnulandsliðið hevur annars fingið góð úrslit í ár. Í august tóku kvinnurnar lut í Baltic Cup í Lettlandi, og við teimum sigrum og einum javnleiki á Estlandi, Lettlandi og Litava eydnaðist tað Føroyum at vinna kappingina.