Føroyska U21-landsliðið tapti hóskvøldið 2-0 fyri Spania. Men talan var um ein javnan dyst, og í løtum megnaðu okkara dreingir at leggja spaniólar undir stórt trýst

——————

Tað gjørdist til eitt tepurt tap fyri føroyska U21-landsliðið, sum hóskvøldið tók ímóti Spania á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist 2-0 til spaniólar, eftir málleysan fyrra hálvleik.

Sum heild var talan um ein javnan dyst, men í avgerandi løtum vóru sponsku spælararnir neyvari, og fóru tískil eisini avstað við øllum stigunum.

Tíðliga í seinna hálvleiki kom Spania á odda, men beinanvegin aftaná legði føroyska liðið eitt stórt trýst á spaniólar. Men inn um málverjan vildi bólturin allíkavæl ikki, og tá ein minuttur var spældur út yvir vanligu leiktíðina slerdu gestirnir á Tórsvølli 2-0 sigurin fastan.

– Eg eri framúr væl nøgdur við avrikið, men hevði ynskt ein javnleik, segði U21-landsliðsvenjari, Sámal Erik Hentze millum annað við FM 1 aftaná dystin. Og tað er einki at ivast í, at Bagge veruliga kann vera errin av sínum spælarum, eftir tapið fyri verandi europameistarunum fyri U21-landslið, tí til tíðir var mest sum eingin munur á liðunum.

Týsdagin í komandi viku skulu okkara U21-dreingir á vøllin aftur, tá Montenegro kemur á vitjan á Svangaskarði. Tann dysturin byrjar klokkan 17:00.

Myndir: Bjarni Enghamar