EM-undankappingardysturin millum Ukraina og Føroyar á City Stadium í Zaporizhzhya endaði við teprum 1-0 sigri til heimaliðið

——————

Eftir at hava spælt javnleik 1-1 móti Norðurmakedónia farna hósdag, skuldi føroyska U21-landsliðið seinnapartin týsdagin royna seg á útivølli móti Ukraina.

Heimamenninir sótu á tí mesta, men tað var ikki uttan hjálp, at sigurin bleiv verandi í Ukraina. Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin kom einasta málið í dystinum, og bleiv tað skrásett sum sjálvmál.

Ukrainar fingu ein gyltan møguleika at økja um leiðsluna stutt fyri steðgin, tá dómarin dømdi brotsspark. Men Bjarti Vitalis Mørk í føroyska málinum bjargaði skotinum úr ellivu metrum.

Tveir aðrir dystir í bólkinum vóru eisini spældir týsdagin. Í Armenia vann Norðurmakedónia 2-1, og í Serbia vunnu fransmenn 3-0. Frakland er fremst við 10 stigum, Ukraina hevur 9 stig, Føroyar og Norðurmakedónia hava 5 stig í part, á fimta plássi er Serbia við 4 stigum, og aftast er Armenia við trimum stigum.

Føroyska U21-landsliðið skal á vøllin aftur fríggjadagin 12. november, tá útidysturin móti Serbia er á skránni.