Eftir ein heldur lakan fyrra hálvleik, var tað eitt hamskift føroyskt lið, sum spældi ein góðan seinna hálvleik.
Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá ið Føroyar var fyri teprum tapi móti Montenegro á Tórsvølli í kvøld. Gestirnir trýstu frá byrjan, og føroyska liðið hevði eitt sindur ilt við at fóta sær. Einasta málið í dystinum kom eftir 21 minuttum, tá ið Armisa Kuc skeyt bóltin úr sínari vinstru, afturum Óluvu A. Joensen í føroyska málinum. Eftir málið fótaði føroyska liðið sær eitt sindur, men tó bleiv ongantíð talan um nakað trýst á málið hjá Montenegro í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur var heilt øðrvísi. Føroyska liðið kom væl út eftir steðgin og legði trýst á mótstøðuliðið beinavegin. Tað komu eisini fleiri góðar støður burturúr, og serliga eftir hornaspørk og innlegg vóru okkara tætt við at javna. Montenegro hevði ikki nógvar kjansir á mál í seinna hálvleiki, tó at Óluva A. Joensen mátti út í fulla longd ta einu ferðina, fyri at halda føroyska liðnum inni í dystinum. Hóast eitt langt føroysk trýst, og til tíðir gott spæl, so megnaðu okkara ikki fáa bóltin inn, og tí endaði dysturin á Tórsvølli við einum teprum 0-1 tapi.
Tað var ein skuffaður, men tó vónríkur venjari, ið eftir dystin tók samanum fyrsta avrikið í Nations League.
– Vit spæla ein vánaligan fyrra hálvleik, men eg eri stolt av at leikararnir reisa seg og avrika væl í seinna hálvleiki. Vit skulu blíva meir vanar at spæla hesar dystirnar, har vit hava tíð og pláss til at hava bóltin og skapa kjansir, og tað haldi eg eisini at leikararnir vísa at tær betri tora í seinna hálvleiki. At vit so ikki megna at fáa nakað burturúr trýstinum er sera súrt beint nú, men tað eru avgjørt fleiri ting, ið vit kunnu taka við okkum frá hesum dystinum, segði Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari, eftir dystin.
Heili tríggir leikarar fingu sínar fyrstu minuttir í dystinum í kvøld. Sunniva Willemoes úr HB spældi allan dystin á defensiva miðvøllinum, meðan Fridrikka Clementsen, eisini úr HB og Malena Olsen úr KÍ, fingu sínar fyrstu minuttir, tá ið tær vóru skiftar inn í seinna hálvleiki.
Næsta uppgávan hjá Føroyska liðnum verður longu týsdagin, tá ið Føroyar leika á útivølli ímóti Kýpros, eisini í Nations League.