Føroyska manslandsliðið megnaði ongantíð ordiliga at leggja trýst á lettlendska málið, og tá lettar samstundis skoraðu upp á nærum einasta ordiliga málkjans í dystinum, so endaði tað 1-0 til Lettland á Daugava stadion týsdagin

——————

Tað gjørdist til eitt tepurt 1-0 tap fyri Lettlandi, tá føroyska A-landsliðið við monnum týsdagin spældi seinna dystin í Baltic Cup 2024.

Sum heild var talan um ein javnan dyst, við fáum málkjansum. Beint fyri steðgin var annars nær við, at Adrian Justinussen legði Føroyar á odda, tá hann royndi seg við góðum skoti úr 20-25 metra fjarstøðu. Men lettlendski málverjin bjargaði væl, og so floytaði estlendski dómarin til hálvleik.

Seinni hálvleikur var ikki meir enn fimm minuttir gamal, so eydnaðist lettum at skora upp á einasta veruliga málkjans í øllum dystinum.

Eftir hetta royndi føroyska liðið at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men neyvleikin og neyðuga hepni var ikki við okkara monnum.

Bólturin endaði ta eina ferðina í málinum hjá Lettlandi, men dómarin metti at okkurt óregluligt var hent beint framman undan, og so spurdist ikki meira burtur úr.

Í finaluni í Baltic Cup 2024, millum Estland og Litava, stóð á jøvnum 1-1 eftir vanliga leiktíð. Tí var neyðugt við brotssparkskapping, sum estar vunnu 4-3.

Í september skal manslandsliðið á vøllin aftur, tá fyrstu dystirnir í UEFA Nations League eru á skránni. Leygardagin 7. september spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 10. september spæla Lettland og Føroyar í Riga.

Myndir: Hans Erik Danielsen