Tað var eitt uppsett og væl skipað landslið, sum tók ímóti Hvítarusslandi á Tórsvølli í kvøld, og úrslitið gjørdist eisini hitt frægasta í hesari undankappingini


Føroysku kvinnurnar stóðu sera væl á vøllinum í kvøld, og skjótt var greitt, at hvítarussisku gestirnir høvdu trupult við at sleppa framvið føroysku verjuni. Og tá tær so gjørdu, so stóð Óluvá Allansdóttir Joensen í fleiri førum klár við góðum bjargingum í sínum fyrsta A-landsliðsdysti.

Hóast Hvítarussland var nakað meira á bóltinum, so var tað als ikki óuppiborið, at føroysku kvinnurnar kundu fara til hálvleiks við støðuni 0-0, og støðan helt sær eisini nakað inn í seinna hálvleik. 

Sum tíðin og orkan so smátt byrjaðu at ganga undan, vaks trýstið eisini móti føroyska málinum, og eftir knappan tíma eydnaðist tað Hvítarusslandi at fáa bóltin um málstrikuna. Føroyar royndu at svara aftur, eisini við líðandi at senda framsøknar leikarar á vøllin, men tað tiltikna “seinasta” manglaði í fyri at fáa útjavnandi málið. 

Ístaðin tryggjaðu gestirnir sær sigurin í 80. minutti, við einum máli frá Karinu Olkhovic.

Hóast tapið er eitt vónbrot, so er talan um frægasta úrslit í hesari undankappingini og eitt avrik, sum gevur góðar vónir fyri komandi dystir.

Myndir: Bjarni Enghamar