Føroyar vunnu 3-2 á Malta, men tað var ikki fyrr enn heilt imóti dystarenda, at avgerandi bóltarnir blivu settir inn. Føroysku málskjúttarnir vóru Klæmint Andrasson Olsen, Andreas Lava Olsen og Brandur Hendriksson Olsen

——————

Hósdagin varð hol sett á UEFA Nations League 2020-2022 kappingina. Áðrenn Føroyar og Malta fóru á vøllin, høvdu hini bæði londini í bólkinum, Lettland og Andorra spælt málleysan javnleik. Tað var tí øllum greitt, at vinnarin á Tórsvølli legði seg einsamallan á odda í bólkinum.

Føroyska liðið byrjaði væl, og tá fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, gjørdist støðan 1-0 til Føroyar. Bólturin bleiv sendur væl inn fyri úr høgru, og við handaru stong skallaði Klæmint Andrasson Olsen bóltin í málið.

Ein uppiborin leiðsla, sum kortini bleiv útjavnað átta minutti fyri steðgin. Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama – føroyska liðið sat á meginpartinum av spælinum, meðan maltesar dúvaðu upp á skjótálop. Og tá 72 minuttir vóru spældir eydnaðist tað gestunum at leggja seg á odda.

Hetta sá leingi út til at skula gerast avgerandi málið, men soleiðis bleiv kortini ikki. Maltesiska leiðslan helt sær til bara trígggir minuttir vóru eftir at spæla, men aftaná tað vendist eisini alt á høvdið, og seinastu løtuna fekk føroyska liðið tvey mál, og vann 3-2.

Fyrst javnaði Andreas Lava Olsen í 87. minutti, og tá ein minuttur var spældur av yvirtíðini sendi Brandur Hendriksson Olsen eitt flott fríspark beinleiðis í málið hjá Malta.

Stór frøi á føroysku spælarunum, og ikki minst á nýggja venjaranum, Håkan Ericson, ið harvið byrjaði við einum sigri.

Sunnudagin er annað umfar í bólki D1 í UEFA Nations League 2020-2022 á skránni. Á Estadi Nacional í Andorra møtast Andorra og Føroyar, og á Malta vera lettar á vitjan. Dysturin millum Andorra og Føroyar byrjar klokkan 14:00.

Teir fyrstu ellivu hjá Malta – Mynd: Hans Erik Danielsen
Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari. Håakn roynir at læra seg “Tú alfagra land mítt” – Mynd: Hans Erik Danielsen

Myndir: Bjarni Enghamar