Hóast føroyska liðið var greitt omaná stórar partar av dystinum, so var tað Ísland, ið fekk einasta máli, og fór harvið avstað við sigrinum

——————

Tað gjørdist ein tepur 1-0 sigur til íslendingar, tá Føroyar og Ísland hittust venjingardysti á Tórsvølli fríggjakvøldið. Mikael Anderson skoraði einsamalla málið í dystinum, tá góðir tjúgu minuttir vóru eftir at spæla.

Føroyska liðið var annars væl við allar 90 minuttirnar, og onkrar løtur vóru Håkan og hansara menn greitt omaná. Men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir, og so endaði tað sum tað nærum altíð ger í A-landsdystum móti Íslandi.

Íslendingar hava nú vunnið 13 av teimum 14 altjóða A-landsdystunum millum Føroyar og Ísland, ið eru spældir siðan 1988, tá føroyingar fingu limaskap í UEFA.

Mánadagin er venjingardystur aftur á skránni á Tórsvølli, tá A-landsliðið hjá Liktinstein kemur á vitjan.

Myndir: Bjarni Enghamar og Hans Erik Danielsen