Lettland og Rumenia komu væl frá byrjan, tá EM-undankappingin fyri U17 gentur fór av bakkastokki sunnudagin

——————

Talan var um tveir javnar og spennandi dystir, tá fyrsta umfar í EM-undankappingini fyri U17 gentur, sum í hesum døgum er í Føroyum, varð spælt sunnudagin.

Klokkan 13 fóru Lettland og Føroyar á Tórsvøll, og úrslitið gjørdist ein tepur 2-1 sigur til lettisku genturnar.

Beint fyri hálvleiki legði Gabriela Andresone Lettland á odda, og tá 54 minuttir vóru spældir økti Andresone til 2-0. Føroyska liðið royndi at spæla seg inn aftur í dystin, og í 64. minuttir eydnaðist Silju Ragnarsdóttir Trier at minka um munin.

Men nærri komu okkara gentur, og nú ræður um at reisa seg til næsta dyst, sum verður mikudagin 20. mars klokkan 13:00 ímóti Georgia.

Og eins og Føroyar, so mátti Georgia eisini leggja rygg til eitt tepurt 2-1 tap í fyrsta dystinum í EM-undankappingini.

Rumenia, ið av mongum verður mett sum sterkasta liðið í kappingini, livdi upp til væntanirnar, og vann ein uppibornan 2-1 sigur á Georgia.

Mikudagin fara liðini á vøllin aftur. Klokkan 13:00 spæla Føroyar og Georgia, og klokkan 17:00 møtast Rumenia og Lettland. Bðaðir dystirnir vera á Tórsvølli.

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Fotografar: Bjarni Enghamar, Jan Djurhuus, Turið Sejersdóttir og Jakoba Svensdóttir