Tað skuldi brotssparkskapping til, áðrenn ein vinnari var funnin, og tá vóru teir í HB stinnari og vunnu 5-3

——————

Sjálvt um einki mál kom, hvørki í vanligu leiktíðini ella í umdystinum, so fingu teir gott og væl 2.600 áskoðararnir eina spennandi finalu á Tórsvølli leygarkvøldið, tá B68 og HB fóru á vøllin at dystast um Løgmanssteypið.

Tískil mátti brotssparkskapping til, áðrenn ein vinnari var funnin, og tá vóru teir í HB stinnari og vunnu 5-3. Stóra hetjan hjá HB var Teitur Matras Gestsson, ið bjargaði fyrsta brotssparkinum hjá toftamonnum.

Aftaná dystin varð miðverjin hjá B68, Áki Johannesen valdur til dagsins spælara. Áki var rættuliga sjónligur í verjuspælinum hjá B68, og tá veruliga stóð á, var ungi nesmaðurin altíð á røttum stað.

Síðani 1955, tá farið var undir at spæla steypakapping í fremstu deildini hjá monnum, hevur HB vunnið kappingina 29 ferðir. Hinvegin, so hava toftamenn framvegis fyrsta steypasigurin til góðar.

Myndir: Bjarni Enghamar