Hóast leikliga yvirvág nærum allan dystin, so taptu føroysku kvinnurnar 2-1 fyri Lettlandi hóskvøldið. Málið hjá Føroyum skoraði Birita Ryan, tá hon javnaði til 1-1 í 57. minutti


Sunnumorgunin klokkan tíggju skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla um bronsuna í Baltic Cup 2024. Hetta gjørdist greitt hóskvøldið, tá Føroyar taptu 2-1 fyri Lettlandi.

Føroyska liðið sat annars á tí mesta av spælinum, og kom eisini til fleiri góðar støður. Ikki færri enn tríggjar ferðir brast bólturin á træverkið, men tíverri var hepni ikki við okkara kvinnum, og so endaði tað ístaðin við einum teprum 2-1 sigri til lettlendsku vertirnar á LNK Sports Park í Riga.

Lettland kom á odda tá lítil hálvur tími var spældur, og 1-0 var eisini støðan í steðginum. Men tá 57 minuttir vóru farnir lá bólturin í lettlendska málinum. Birita Ryan kom at standa væl fyri inni í brotsteiginum, og hon smekkaði til. Bólturin rakti fyrst tvørtræið, áðrenn hann umvegis eitt lettiskt bein endaði í netinum.

Bæði áðrenn og aftaná útjavnandi málið var bólturin nærum alla tíðina á føroyskum fótum, men tá avtornaði fór Lettland avstað við sigrinum. Avgerandi málið skoraðu lettlendingar tá eitt korter var eftir at spæla.

Sunnudagin klokkan tíggju skulu kvinnurnar aftur á vøllin, tá dysturin um bronsuna er á skránni. Mótstøðulandið tá verður Litava, sum í hálvfinaluni móti Estlandi tapti eftir brotssparkskapping. Aftaná vanliga leiktíð stóð annars á jøvnum 2-2.

Bronsudysturin millum Føroyar og Litava verður stroymdur á FSF.fo.

Birita Ryan hevur júst javnað til 1-1 móti Lettlandi. Men tað var tíverri ikki nokk, tí tá avtornaði vunnu lettisku kvinnurnar 2-1 á Føroyum – Mynd: Jakoba Svensdóttir