Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti eisini seinna dystin í EM-undankappingini. Úrslitið gjørdist 5-1 til Ísrael
——————
Tað gekk ikki heilt eftir vild hjá U17-landsliðnum við gentum, sum hósdagin spældi seinna av tveimum dystum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Slovakia.
Eftir at hava tapt 3-0 fyri vertstjóðini farna mánadag, skuldi føroyska liðið royna at reisa seg ímóti Ísrael. Men ísraelska liðið var sterkari, og vann til endans ein greiðan 5-1 sigur á Føroyum.
Sæð við føroyskum eygum var serliga byrjanin av dystinum trupul, og longu eftir eitt korter var 3-0. Men okkara gentur fótaðu sær sum fráleið, og komu til fleiri góðar støður og vunnu eisini nøkur hornaspørk.
Og tað var eisini júst eftir horna, at Fríða Jacobsen skoraði fyri Føroyar, tá hon stutt fyri steðgin minkaði til 3-1. Men nærri kom føroyska liðið ikki, og í seinna hálvleiki fekk Ísrael tvey mál afturat.