Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti týsdagin 4-1 á útivølli móti Kekkia. Men hóast tapið, so er venjarin, Pætur S. Clementsen nøgdur við avrikið og føroyska spælið

– Vit spældu ein góðan fyrra hálvleik, har vit verja væl og halda uppá bóltin, tá vit fáa hann – tó uttan at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Í seinna hálvleiki komu vit undir størri trýst, men hinvegin, so koma vit til nakrar møguleikar, og endiliga eydnaðist at skora. Tað unni eg okkara spælarum so hjartaliga, tí tað hava tær so ruddiliga uppiborið, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Týsdagin spældi føroyska A-landsliðið við kvinnum HM-undankappingardyst á útivølli móti Kekkia. Úrslitið gjørdist 4-1 til heimaliðið, sum var á odda 1-0 í steðginum. Kekkia kom á odda 4-0, áðrenn Milja Reinert Simonsen stutt fyri leiklok minkaði um munin, og skoraði fyrsta føroyska málið í hesari undankappingini.

 

– Avrikið hjá øllum okkara spælarum var gott og góðtikið. Vit stríddust væl, og royndu at gera uppgávuna hjá kekkum trupla, og tað sást eisini aftur, at okkara lið hevur ment seg nógv. Tað er ógvuliga hugaligt at síggja, at vit megna at halda uppá bóltin og skapa kjansir móti einum so sterkum liði sum Kekkia, sigur Pætur Smith Clementsen.

 

Næsta avbjóðing hjá kvinnulandsliðnum verður á heimavølli týsdagin 4. september, tá Týskland, sum í løtuni er nummar 2 í bólkinum, eitt stig aftanfyri Ísland, og telist millum heimsins bestu kvinnulandslið, kemur á vitjan í Føroyum.