Føroyska U21-landsliðið tapti á FFA Academy Stadion í Jerevan í Armenia. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimamenninar

——————

Seinnapartin hósdagin spældi føroyska U21-landsliðið annan dystin í hesari EM-undankappingini, tá teir vóru á vitjan á FFA Academy Stadion í Jerevan í Armenia.

Í summar hittust liðini á Svangaskarði á Toftum, og tá gjørdist úrslitið 2-0 til Føroyar. Hesaferð fóru armenar avstað við sigrinum, og úrslitið var júst tað sama sum á Svangaskarði. 2-0 til heimaliðið.

Mánadagin skal U21-liðið á vøllin aftur, tá Frakland kemur á vitjan í Føroyum. Atgongumerki á 95 krónur fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Hósdagin vunnu fransmenn 3-0 á heimavølli móti Norðurmakedónia.

Liðskipararnir hittast undan dystinum – Mynd: Rúni Klein Joensen