Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, hevur gjørt ein faldara um kynsligan ágang í føroysku ítróttarfeløgunum

Kynsligur ágangur í føroysku ítróttafeløgunum er kanska ikki hugaliga evni at viðgera.

 

Tað er tó ein sannroynd, at slíkur ágangur móti børnum og ungum kann koma fyri í øllum feløgum. Hóast vit sum ítróttaleiðarar hava ilt við at trúgva, at slíkt hendir í okkara egna felagi, so mugu vit vera opin fyri, at kynsligur ágangur tíverri kann koma fyri í øllum feløgum og at tað tí er partur av okkara ábyrgd at verja børn og ung móti slíkum ágangi.

 

Ítróttasamband Føroya hevur tí í samstarvi við Danmarks Idrætsforbund tilevnað hendan bóklingin fyri at

– feløg skulu vera ansin og geva gætur at kynsligur ágangur kann koma fyri

– eggja feløgum at tosa um, hvussu vit kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi

– fortelja venjarum, leiðbeinarum og leiðarum hvat kann verða gjørt, um illgruni er um kynsligan ágang

– upplýsa um hvørjar lógarreglur eru galdandi viðvíkjandi kynsligum sambandi við børn og ung

 

– Tað er mítt ynski og mín vón, at bóklingurin kann hjálpa feløgunum í teirra arbeiði at forða kynsligum ágangi á børn og ung í ítróttini, sigur Elin Heåinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttarsambandi Føroya.

 

Leinkja til faldaran sæst her: Faldari / Tann óhoyrdi ágangurin