19. og 20. februar skipar FSF fyri impulsskeiði í Havn, undir heitinum “Taktisk venjing við børnum”, og eina viku seinni verður skipað fyri málmansvenjaraskeiði á Sandi
Vikuskiftið 19. og 20. februar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri impulsskeiðið í FSF-húsinum í Havn, undir heitinum "Taktisk venjing við børnum".

Endamálið við impulsskeiðnum er at arbeiða við taktiskari venjing/spælfatan. Støðið verður tikið í royndunum hjá instruktørunum, Claus Frank Nielsen og Kenneth Weber, ið hava drúgvar royndir at venja børn og ung í Lyngby BK og FCK School of Excellence.

Freistin, at boða frá luttøku, er mikudagin 3. februar 2016.

Nærri upplýsingar um impulsskeiðið fáast her: Impulsskeið/fenruar 2016

Tilmeldingarskjal: Impulsskeið/Taktisk venjing við børnum"/februar 2016

Seinni í mánaðinum skipar FSF fyri M2 Málmansvenjaraskeiði á Sandoynni. Skeiðið, ið verður skipað sum internatskeið á Hotel Skálavík, byrjar hósdagin 25. februar kl. 14:00 og endar sunnudagin 28. februar kl. 16:00.

Praktiski parturin av M2 Málmansvenjaraskeiðnum verður fyri tað mesta á vøllinum Inni í Dal á Sandi. Undirvísarar vera Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen.

Freistin, at boða frá luttøku til M2-skeiðið á Sandi er mikudagin 10. februar 2016.

Nærri upplýsing um M2 Málmansvenjaraskeiðið fæst her: M2 Málmansvenjaraskeið/februar 2016

Tilmeldingarskjal: M2 Málmansvenjaraskeið/februar 2016