FSF Varpið: A-landsliðið skal spæla tveir dystir á venjingarleguni í Spania – móti Lettlandi og Liktinstein. Aftaná seinnu venjingina týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Hallur Hansson
A-landsliðið spældi seinast móti Liktenstein á venjingarlegu fyri tveimum árum síðan, og tann dystin vann Føroyar 3-2.
Hitt mótstøðuliðið, Lettland, var í bólki saman við Føroyum í júst farnu HM undankapping. Føroyar vunnu tá útidystin 2-0, meðan dysturin á Tórsvølli endaði við málleysum javnleiki.
Hóast talan er um venjingardystir, so væntar Hallur Hansson sær harða mótstøðu, tí mótstøðuliðini nú kenna føroyska liðið betur, men hann slær samstundis fast, at dystirnir verða tiknir í størsta álvara.
Føroyar spæla móti Lettlandi hósdagin 22. mars kl.17:00 føroyska tíð. Aftaná seinnu venjingina týsdagin, fekk FSF Varpið orðið á Hallur Hansson.