Hannes Agnarsson úr B36 er úttikin til landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi. Hannes avloysir Daniel Johansen, ið orsaka av skaða hevur givið avboð

——————

– Eg bleiv sera yvirraskaður av boðunum, tí eg var ikki ordiliga klárur yvir, at eg var so nær landsliðnum, sigur Hannes Agnarsson, ið fyrrapartin sunnudagin fekk boð um, at hann var úttikin til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi.

Tað var annars á tíðindafundi fyri lítlari viku síðani, at Eli Hentze, hjálparvenjari hjá Håkani Ericson, A-landsliðsvenjara, kunngjørdi hópin til komandi dystir. Samstundis var boðað frá, at seinni í vikuni fór ein spælari afturat at verða úttikin, og valið fall á Daniel Johansen úr HB.

Men í dystinum millum B36 og HB sunnnudagin mátti Daniel av vøllinum við skaða, og nú er greitt, at hann verður ikki tøkur til dystirnar móti Eysturríki og Skotlandi. Í staðin hevur landsliðsvenjari sent boð eftir Hannesi Agnarsson úr B36.

– Eg eri ótrúliga spentur og glaður fyri møguleikan, og eg síggi fram til at verða partur av landsliðnum. Fyri ein fótbóltsspælara er ikki nógv, ið verður størri enn hetta, sigur nýklækti landsliðsspælarin við heimasíðuna hjá FSF.

Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.

Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.