Myndatólið var við, tá tveir av fótbóltsmennarunum hjá FSF vitjaðu hjá HB og vandu U7 genturnar í felagnum í gjár


Ein stórur partur av arbeiðnum hjá fótbóltsmennarunum er at vitja feløgini kring landið og vera við til at styrkja venjingartilboðið hjá børnunum og teimum ungu. Dømi um hetta var í gjár, tá Sigfríður Clementsen og Christina Ravnsfjall vitjaðu í HB, har tey stóðu fyri einari venjing hjá U7 gentum. Sambært teimum báðum hevur tað stóran týdning, at barnavenjingar sum hesar verða tiknar í stórum álvara og lagdar væl til rættis.

– Vit vita, at jú fyrr børn byrja at ganga til fótbólt, jú longri halda tey eisini á at spæla. Men hugurin hjá teimum er jú treytaður av, at tey verða væl móttikin og fáa eina góða byrjan í fótbólti. So tað er sjálvandi umráðandi, at vit sum fótbóltssamfelag minnast til at raðfesta tey yngstu og geva teimum góðar umstøður, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsmennari.

Christina Ravnsfjall, sum hesaferð var við Sigfríði á vitjan í Gundadali leggur serligan dent á, hvat ein góð barnavenjing í veruleikanum er fyri nakað.

– Tá vit venja teir yngstu aldursbólkarnar er tað týdningarmikið, at vit minnast til at gera tað stuttligt fyri børnini. Um vit klára at geva teimum eina góða uppliving av at vera til venjing, har øll fáa kensluna av at vera við og duga okkurt, so er tað ein góður máti hjá teimum at læra at venja upp á. Harumframt leggja vit stóran dent á at venja børn við at kýta seg, soleiðis at tey læra at vera likamliga virkin, sjálvandi ígjøgnum spøl. Í so ungum aldri skal tað ikki snúgva seg um avrik, men heldur um at geva børnunum kensluna av at tey duga nakað og kunnu hava tað gott við fótbóltinum, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots samskipari.

Myndir: Bjarni Enghamar/FSF