Orðini í yvirskriftini eigur 19 ára gamla Jónvá Hentze, ið er uppvaksin á Sandi, men sum annað árið á rað spælir fyri HB. Jónvá hevur góðar vónir um, at Føroyar fara at spæla seg víðari til sjálva HM-undankappingina
Ein av yngru spælarunum á kvinnulandsliðnum, sum í næstum skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum, er 19 ára gamla sandoyardaman, Jónvá Hentze.
Jónvá, sum annað árið á rað spælir fyri HB, hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í B71, og so er hon dóttir navnframa Eli Hentze.
Jónvá Hentze hevur seinastu tvey árini verið fastur fúsur í føroyska A-landsliðshópinum. Í samrøðu við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya, sigur hon, at tað er heldur øðrvísi at spæla landsdystir í mun til aðrar fótbóltsdystir.
– Eg eri vanliga meira nervøs undan landsdystum. Tað er eisini strævnari at spæla landsdystir, tí mótstøðan sum oftast er sterkari enn vanligt. Men tá tað er sagt, so er tað ótrúliga stórt at sleppa at umboða sítt egna land, greiðir Jónvá Hentze frá.
Hava fyrireikað seg væl
Víðari fortelur Jónvá Hentze, at hýrurin í føroyska hópinum undan kappingini er sera góður, og at liðið er væl fyri. Síðani oktober í fjør hava tær fyrireikað seg til komandi kapping, sum verður spæld frá 6. til 11. apríl.
– Øll rundanum liðið eru sera spent og síggja fram til eina góða og spennandi kapping. Vit spældu nakrar landsdystir seinasta summar og síðsta heyst, og hava síðani vant miðvíst móti hesari kappingini. So fyrireikingarnar hava verið góðar, og allar eru sinnaðar at geva alt fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, sigur Jónvá Hentze.
Ætla sær víðari
Vónirnar hjá Jónvu og hinum landsliðskvinnunum eru, at tað fer at eydnast Føroyum at spæla seg víðari úr hesari kappingini, og síðani verða við, tá sjálv HM-undankapping fer í gongd einaferð í heyst.
– Eg vóni, at vit fara at spæla okkum víðari. Persónliga málið er, at eg skal gera mítt allarbesta og hjálpa liðnum, so vit eru við, tá lutakast verður um, hvussu spælast skal í sjálvari HM-undankappingini, sigur Jónvá Hentze við fsf.fo.
Byrja hóskvøldið
Fyrsti dystur í innleiðandi HM-undankappingini hjá føroysku kvinnunum verður spældur hóskvøldið 6. apríl, tá Føroyar og Luksemborg møtast á Tórsvølli.
Leygardagin klokkan 15:00 spæla Montenegro og Føroyar, meðan seinasti dystur verður týsdagin 11. apíl, klokkan 13:00, tá okkara skulu royna seg ímóti Turkalandi.
—–
SKRÁIN
Hósdagin 6. apríl
Klokkan 15:00 Turkaland – Montenegro á Tórsvølli
Klokkan 19:30 FØROYAR – Luksemborg á Tórsvølli
Leygardagin 8. apríl
Klokkan 15:00 Montenegro – FØROYAR á Tórsvølli
Klokkan 19:30 Turkaland – Luksemborg á Tórsvølli
Týsdagin 11. apríl
Klokkan 13:00 FØROYAR – Turkaland á Tórsvølli
Klokkan 13:00 Luksemborg – Montenegro á Ovara vølli í Gundadali
Landsliðshópurin
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN)
Birita Nielsen, B68
Birna Tummasardóttir, EBS/Skála
Lív Arge, HB
Súsanna M. Hansen, B36
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Milja R. Simonsen, HB
Eyðvør Klakstein, Mislata C.F. (ESP)
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)
Ásla Johannesen, B36
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Heidi Sevdal, EBS/Skála
Maria K. Thomsen, KÍ
Elisabeth Vang, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, B36
Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur
Venjari
Pætur Clementsen