Tað bleiv til lítið av svøvni eftir sigurin á Lettlandi, siga báðir málskjúttarnir í Riga. Føroysku landsliðsspælararnir eru farnir undir næstu uppgávu, sum er stóra brakið ímóti Portugal
Á middegi leygardagin lendi flogfarið hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Sørvági, og tað vóru nakrir troyttir landsliðsleikarar, ið komu heim til Føroyar.
Seinnapartin var venjing á skránni, og tá fekk FSF Varpið orðið á málskjúttarnar í sigrinum á Lettlandi, Jóan Símun Edmundsson, Sonna Ragnar Nattestad, umframt landsliðsvanjaran, Lars Olsen.