Føroyska A-landsliðið við monnum tapti 2-0 fyri Sveis, og sæð yvir allan dystin var úrslitið heilt greitt í tráð við leikgongdina

– Vit mugu bara viðganga, at vit taptu fyri einum betri liði. Sveisar vóru omaná nærum allan dystin, meðan næstan einki riggaði hjá okkum, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari á tíðindafundinum aftaná 2-0 ósigurin fyri Sveis.

 

Fyrsta korterið var føroyska liðið væl við í dystinum, men sum fráleið tóku sveisar alt meir yvir. Tá 36 minuttir vóru spældir legði Granit Xhaka, ið til dagliga spælir í enska Arsenal, Sveis á odda, og eitt korter inn í seinna hálvleik økti Xherdan Shaqiri, ið spælir í Stoke í Onglandi, til 2-0.

 

Føroyska liðið royndi at leggja trýst á sveisar, men samanumtikið var ikki nógv av gera. Sveis var betri hendan dagin, og sambært sveisisku miðlunum er hetta eitt tað sterkasta landslið, sum Sveis hevur havt seinastu nógvu árini. Tað fekk føroyska landsliðið eisini at merkja hendan dagin á Tórsvølli.

 

Tveir aðrir dystir í okkara bólki vórðu eisini spældir fríggjadagin, og við 1-0 sigri á Ungarn, stóð Andorra fyri stóru sensatiónini hesaferð. Ímillum Lettland og Portugal gjørdist úrslitið 3-0 til portugisar.

 

Næsta uppgáva hjá Føroyum í undankappigini til HM 2018 verður seinast í august, tá Portugal og Føroyar hittast á Estádio do Bessa í Porto.

 

Í samband við landsdystin millum Portugal og Føroyar, skipar Atlantic Airways fyri fótbóltsferð til Porto. Nærri kunning um túrin kann lesast her: Landsliðsferð til Porto