Tað bleiv til enn eitt tepurt tap í triðju royndini hjá føroyska kvinnulandsliðnum í UEFA Nations League kappingini
Kvinnulandsliðið, sum í dag spældi triðja dystin í UEFA Nations League á Djúpumýru í Klaksvík, løgdu rygg til 1-2 tap, tá ið Aserbadjan var á vitjan.
Føroyska liðið byrjaði væl, og longu eftir 20 sekundum fekk Jensa K. Tórolvsdóttir góðan kjans at leggja Føroyar á odda. Tað sást, at føroyska liðið legði høgt trýst frá byrjan, og í flestu førum riggaði trýstið eisini væl, uttan at okkara komu fram til heilt nógvu møguleikarnar. Sigast kann tí, at tað var ímóti leikgongdini, at Aserbadjan løgdu seg á odda 1-0 eftir hálvum tíma við beinleiðis frísparki.
Aserbadjan øktu um støðuna fimm minuttir inn í seinna hálvleik, tá ið tær eftir hornaspark megnaðu at skjóta bóltin í netið aftanfyri Óluvu Joensen í føroyska málinum. Eftir hetta kom føroyska liðið væl longri fram á vøllin, fyri at royna at minka um munin. Venjaratoymi framdi nakrar offensivar innskiftingar, og við frískum kreftum megnaði føroyska liðið at koma til fleiri støður, har tær við eitt sindur av hepni kundu fingið mál burturúr.
Í 83. minutti fáa Føroyar hornaspark í høgru. Tórunn Joensen leggur innfyri við vinstra beini, og inni í brotsteiginum kundi ein púra frí Sunniva Willemoes, ið spældi sannførandi á føroyska miðvøllinum, minka um munin til 2-1. Føroyska liðið royndi nú eftir útjavnandi málinum, og Eyðvør Klakstein var eisini sera nær við móti dystarenda, men inn fór bólturin ikki, og dysturin endaði 2-1 til útiliðið.
Signe Pries Andersen var væl nøgd við stórar partar av føroyska spælinum í dag, men ásannar, at føroyska liðið manglar tað síðsta, har bólturin skal prikast inn í málið.
– Høga trýstið hjá okkum eydnast væl í dag, sum er nakað vit hava arbeitt nógv við, so tað eri eg væl nøgd við. Tá ið hinar so skora uppá teirra møguleikar, og vit ikki megna at fáa úrtøku burturúr okkara, so kennist tað sera harmiligt at tapa. Serliga tá ið tað er móti einum liðið, sum eg ikki haldi eru betri enn vit í dag, segði Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, eftir dystin.
Tað var ein málskjútti við blandaðum kenslum, sum eftir dystin tók samanum.
– At vit megna at skora mál í dag, er heilt víst nakað vit kunnu taka við okkum frá dystinum. Kenslan at skora, er nakað, ið vit skulu stremba eftir í komandi dystunum, segði Sunniva Willemoes eftir dystin.
Føroyska liðið spælir longu aftur týsdagin, tá ið Kýpros vitjar á Tórsvølli. Dysturin byrjar kl. 18.00 og atgongumerki kunnu keypast í nethandlinum hjá FSF.
Myndir: Bjarni Enghamar