Tað bleiv ikki til enn ein stríðssigur, tá Føroyar í dag taptu 1-0 móti Norðurmakedónia á Todor Proeski tjóðarleikvøllinum í Skopje. Tað var ikki manglandi stríðsvilji, men heldur ósketni og óhepni, sum kostaði. Við tapinum blivu Føroyar nummar trý í bólkinum
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, ið fyribils hava staðið á odda fyri føroyska manslandsliðnum, rukku málinum. Kortini vóru menn vónbrotnir aftaná tapi fyri Norðurmakedónia. Tí við einum sigri – og sum úrslitið millum Lettland og Armenia bleiv, hevði javnleikur eisini verið nóg mikið – kundu Føroyar spælt seg til rættin um at flyta upp í deild B.
Men tá avtornaði endaðu Føroyar á triðja plássi í bólkinum, meðan Armenia bleiv nummar tvey og fór avstað við play-off plássinum.
Á Todor Proeski leikvøllinum tíðliga seinnapartin vóru Norðurmakedónar omaná fyrstu løtuni, men føroyska liðið fótaði sær væl og kom til onkran góðan málmøguleika. Til tíðir var spælið eisini meira á hálvuni hjá vertunum enn hjá okkum, men tá liðini fóru at hvíla seg, var framvegis málleyst.
Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, men tá ein stórur tími var spældur eydnaðist heimamonnunum at koma á odda. Bojan Miovski gjørdist leysur móti Bárði á Reynatrøð, og trygt setti norðurmakedónin bóltin í netið, og so var 1-0.
Eftir hetta skuldi føroyska liðið hava mál, fyri at halda lív í dreyminum um at vinna seg upp í deild B. Hetta sást eisini aftur á vøllinum. Okkara menn settu seg alt meir á dystin, og løgdu trýst á heimaliðið, men tíverri, so bleiv tað bara til líka við og næstan, og tá týski dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð stóð framvegis 1-0 á risastóru máltalvuni Todor Proeski leikvøllinum í Skopje.
Málið um at sleppa undan niðurflyting er rokkið, men av tí at Armenia vann 2-1 á Lettlandi, so verða tað armenar, sum skulu spæla play-off upp at flyta upp í deild B.
Norðurmakedónia vann bólkin við 16 stigum. Armenia fekk sjey stig, Føroyar fingu seks stig, meðan Lettland endaði aftast við fýra stigum.
Myndir: Hans Erik Danielsen