MYNDIR: Tað tók føroysku kvinnunum tveir minuttir at venda einum hóttandi tapi til sigurs. Úrslitið ímóti Montenegro gjørdist 2-1 til Føroyar. Málskjúttar vóru Eyðvør Klakstein og Birita B. Nielsen

Leygardagin spældi føroyska kvinnulandsliðið næsta dystin í innleiðandi HM-undankappingini. Hósdagin vunnu føroysku kvinnurnar á Luksemborg, og hesaferð varð tað Montenegro, ið varð sent av vøllinum við ongum. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar, eftir málleysan fyrra hálvleik.

 

Tað var annars Montenego, ið kom á odda tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, Trunkaspæl inni í føroyska brotsteiginum endaði við, at Armisa Kuc setti bóltin í málið. Men tá 78 minuttir vóru spældir javnaði Eyðvør Klakstein við góðum langskoti, og bara tveir minuttir seinni var tað Birita B. Nielsen, sum skoraði sigursmálið fyri Føroyar.

 

Í hinum dystinum vann Turkaland stórsigur á Luksemborg. Úrslitið gjørdist 9-1 til turkisku kvinnurnar. Sostatt er lagt upp til eina veruliga finalu, tá Turkaland og Føroyar spæla á Tórsvølli týsdagin 11. apríl klokkan 13:00. Vinnarin í bólkinum fer beinleiðis víðari til HM-undankappingina, sum byrjar í heyst. Besti 2’arin í teimum fýra innleiðandi bólkunum, sleppur eisini við í sjálva undankappingina.

 

MYNDIR / Montenegro – Føroyar 1-2