Gesturin í FSF Varpinum hesaferð er Julian Johnsson, sum hevur spælt 62 landsdystir og skorað fýra mál fyri Føroyar. Í dag arbeiðir Julian sum lærari í donskum fongsli

Hann er tiltikin fyri sína renniorku, og hevur sum fáur runnið og kempa á føroyska miðvøllinum í ikki færri enn 62 landsdystum. Harafturat bleiv tað til fýra mál í landsliðsbúnanum fyri spælaran, sum í dag arbeiðir sum lærari í einum donskum fongsli

 

– Eg minnist væl mína fyrstu landsliðsvenjing. Jan Dam og eg koyrdu úr Havn inn á Toftir, og á veg norður steðgaði bilurin upp. Hetta hevði við sær, at vit gjørdust ov seinir, og eg haldi ikki tað fall í góða jørð hjá Allani Simonsen, fortelur Julian Johnsson, sum hesaferð er gestur í FSF Varpinum.

 

Tað er neyvan ov nógv sagt, at Julian, sum hevði eina øgiliga renniorku, er ein av royndastu og bestu fótbóltsspælarum, ið føroyskur fótbóltur hevur fostrað. Umframt at hava spælt við HB, B36 og B68 í Føroyum, hevur Julian eisini spælt á høgum støði í Norra, Íslandi, Onglandi og í Danmark.

 

– Eg gav einaferð avboð til ein landsdyst, tí eg skuldi til eksamiu. Seinni fann eg so út av, at eksamian var ikki tann dagin, eg helt hon skuldi vera, og harvið misti eg ein landsdyst, sigur Julian Johnsson við einum lítlum skálkasmíli.