Tað endaði 2-0 til heimaliðið á Stade de l’Épope í Calais. Camavinga legði Frakland á odda í 23. minutti, og stutt fyri leiklok var Áki Johannesen óheppin at beina bóltin í egið mál

——————

Lat tað bara vera sagt beinanvegin, at tað var betra liðið, sum vann, tá Frakland og Føroyar hittust í U21 EM-undankappingardysti á Stade de l’Épope í Calais hóskvøldið. Úrslitið gjørdist 2-0 til fraklendingar.

Talan gjørdist um ein dyst, har heimaliðið hevði bóltin meginpartin av tíðini. Men teir heilt stóru málmøguleikar komu ongantíð, og komst hetta eina mest av, at føroyska liðið stríddist væl, samstudis sum málverjin, Bárður á Reynatrøð var ein tryggur aftasti skansi.

Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin skoraði stóra stjørnan hjá fransmonnum, Eduardo Camavinga, ið dagliga spælir fyri Real Madrid, til 1-0. Henda leiðsla helt sær til átta minuttir vóru eftir at spæla. Tá var Áki Johannesen óheppin, og setti bóltin í egið mál.

Týsdagin skal føroyska U21-liðið á vøllin aftur, tá útidysturin móti Norðurmakedónia er á skránni. Tá liðini hittust við Djúpumýru í Klaksvík í oktober í fjør, gjørdist úrslitið javnleikur 1-1.

Frakland er fremst í bólkinum við 19 stigum, nummar 2 er Ukraina við 13 stigum, meðan Serbia, sum hósdagin vann 2-1 á heimavølli móti Norðurmakedónia, er nummar 3 við 8 stigum. Norðurmakedónar og Føroyar hava 6 stig í part, og aftast er Armenia við trimum stigum.