Undirtøkan fyri Impulsskeiðnum við danska Glenn Riddersholm er góð. Yvir 50 venjarar hava boðað frá luttøku til skeiðið, sum verður fríggjadagin 27. apríl

Fríggjadagin 27. apríl skipar Fótbóltssamband Føroya fyri Impulsskeiði við danska venjaranum, Glenn Riddersholm. Umframt at hava roynt seg á hægsta støði í donskum fótbólt, við millum annað at vinna DM við FC Midtjyllandi í 2015, hevur Riddersholm eisini verið venjari hjá fleiri av ungdómslandsliðunum hjá Danmark.

 

Og undirtøkan fyri skeiðnum er sera góð. Fleiri enn 50 venjarar úr øllum landinum hava boðað frá luttøku. Skeiðið skuldi eftir ætlan verða í gamla FSF-húsinum, men verður í staðin hildið í nýggja húsinum, sum er við suðurendan av Tórsvølli.

 

Skráin fyri Impulsskeiðnum við Glenn Riddersholm sæst her: Impulsskeið / Glenn Riddersholm