Sveisisku fjølmiðlarnir hava víst stóran áhuga fyri føroyska A-landsliðnum, sum týskvøldið kom til Luzern í Sveis
Komandi sunnudag spælir føroyska A-landsliðið við monnum fjórða undankappingardystin til HM 2018, sum verður í Russlandi. Mótstøðuliðið hesaferð er Sveis, og tað er einki at ivast í, at hetta verður ein stór avbjóðing, sum okkara menn skulu í holt við. Aftaná tríggjar dystir hava sveisar fingið fult stigatal, og eru í løtuni fremst í bólkinum.
Týskvøldið kom føroyski hópurin til Luzern í Sveis, har dysturin verður spældur á Swissporarena sunnudagin klokkan 17:00, føroyska tíð.
Seks venjingar eru á skránni, áðrenn sjálvan dystin, og til hvørja venjing hava sveisisku fjølmiðlarnir víst stóran áhuga fyri føroysku spælarunum, umframt Lars Olsen, landsliðsvenjara, sum í níti-árunum spældi fyri sveisiska stórfelagið, FC Basel.
Sum heild hava fyrireikingarnar í Luzern gingið væl, og allir spælararnir tykjast at vera væl fyri. Men veðurlagið í Sveis er heldur ivasamt í november mánaða, og tí hevur venjingarvøllurin ikki verið nakað at rópa hurrá fyri. Tað hevur verið torført at fáa góðar grasvøllir at venja á, og tí eru onkrar venjingar á graslíki.
Myndir frá venjingini hósdagin kunnu síggjast her: A-landsliðsvenjing í Luzern / 10-11-2016