Ársins steypafinalur í yngru deildunum, og steypafinalan hjá kvinnum vera á Tórsvølli komandi vikuskifti
——————
Fríggjadagin 6. og leygardagin 7. oktober verður Tórsvøllur karmur um stórt steypafinaluvikuskifti.
Sjey av átta steypafinalum, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri í ár, verða nevniliga á skránni hesar dagarnar.
Fríggjadagin eru tað U16 Gentur og U21, ið fara á vøllin. Leygardagurin byrjar longu klokkan 10, tá U13 dreingirnir spæla, og dagurin endar við steypafinalubrakinum hjá kvinnum millum NSÍ og KÍ.
Fríggjadagin 6. oktober
Kl. 17:00 Skála – B36 (U16 Gentur)
Dómari: Annika E. Breiðaskarð
Kl. 20:00 HB – B36 (U21)
Dómari: Heini Viðoy
Finalan hjá U21 er útsett til 3. ella 4. november
Leygardagin 7. oktober
Kl. 10:00 Víkingur – EB/Streymur (U13 Dreingir)
Dómari: Dominick Troleis
Kl. 11:30 B36 – FC Hoyvík (U13 Gentur)
Dómari: Annika E. Breiðaskarð
Kl. 13:00 HB – B36 (U15 Dreingir)
Dómari: Annfinn Hjaltalin
Kl. 16:00 HB – NSÍ (U17 Dreingir)
Dómari: Dávid Sjóstein
Kl. 19:15 NSÍ – KÍ (kvinnur)
Dómari: Høgni Madsen
Í kappingini um Løgmanssteypið skulu seinnu hálvfinalurnar, sum eru millum HB og 07 Vestur, og B68 og EB/Streym, spælast, áðrenn greitt er, hvørji lið koma í finaluna.
HB og 07 Vestur møtast aftur mikudagin 4. oktober. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1. Seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym verður mikudagin 11. oktober. Fyrru hálvfinaluna vunnu toftamenn 3-0.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 4. november klokkan 17:00.