Árligi dysturin um Stórsteypið, sum er millum føroyameistararnar og steypavinnararnar, verður í ár spældur á Tórsvølli leygardagin 27. februar klokkan 19:00
Á hvørjum ári seinastu nógvu árini er føroyska fótbóltskappingin sparkað í gongd við árliga stórsteypadystinum, sum er ímillum føroyameistararnar og steypavinnararnar. Í ár verður einki undantak, og eins og í fjør, so verða tað B36 og Víkingur sum aftur hesaferð fara at dystast sum Stórsteypið.
Undanfarin ár hevur verið spælt á Ovara Vølli í Gundadali, men í ár eru fyriskipararnir samdir um, at stórsteypadysturin verður á Tórsvølli leygardagin 27. februar kl. 19:00.
Tað er Lions Club Føroyar, í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, ið skipar fyri dystinum, og innkomni peningurin frá áskoðarainntøkunum verður latin til okkurt vælgerandi endamál. Enn er ikki avgjørt hvat peningurin verður latin til í ár, men nærri kunning um hetta kemur seinni.
Stórsteypadysturin í fjør endaði við javnleiki 3-3, og tí varð neyðugt at finna vinnaran við brotssparkskapping, sum Víkingur vann 5-3.