Sunnudagin 3. mars møtast føroyameistararnir úr EB/Streymi og steypavinnararnir úr Víkingi í stórsteypadystinum í Gundadali, sum FSF og Lions Club í felag skipa fyri til frama fyri vælgerandi endamál
Sjeynda árið á rað skipa Lions Club í Føroyum og Fótbóltssambandið fyri stórsteypadysti millum tey bæði liðini, sum í fjør vunnu meistaraheitið og steypakappingina, ávikavist EB/Streymur og Víkingur. Dysturin verður á ovara vølli í Gundadali sunnudagin 3. mars klokkan 16.

Dysturin, sum er tann fyrsti almenni dysturin hetta kappingarárið, er sjálvandi ein spurningur um heiður og æru, men kann eisini geva eina ábending um, hvat vit kunnu vænta okkum av fótbólti í ár, tí ein dystur millum tey bæði liðini, ið vunnu í fjør, kann altíð geva eina fatan av, hvat er í væntu.

Sum vant, fer allur ágóðin frá hesum dysti til eitt vælgerandi endamál, og hóast atgongumerkini kosta tað sama sum til vanligar dystir í Effodeildini, er ikki óvanligt, at fólk nýta høvið til at rinda meira enn tað, so tí hevur øll árini borið til at latið munandi upphæddir til góð endamál.

Í fjør fór allur ágóðin av stórsteypadystinum til eitt Litegait-hjálpitól til fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum, men av tí at enn restar eitt sindur í til at fáa keypt tólið, hevur Lions Club gjørt av, at ágóðum aftur hesa ferð skal fara til sama endamál, so tólið nú umsíður kann útvegast.

Litegait-tólið gevur góðir møguleikar til venjing hjá teimum umleið hálvtannaðhundrað apopleksi-sjúklingunum, sum koma á Landssjúkrahúsið um árið, men eisini hjá fólki, ið skal til uppvenjing eftir longri sjúkralegu, eitt nú fyri at fáa vant gongulagið aftur.

Slík venjing er tung og kropsliga krevjandi, so eitt Litegait-tól lættir væl um hjá terapeutunum, ið annars mugu vera tveir og tríggir um hvørt fólk, og eisini kunnu sjúklingar við Litegait ganga longri teinar og gerast meira sjálvstøðugir í venjingunum. Á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum eru 8-10 fólk, sum hava brúk fyri at venja við Litegait hvønn dag.