Sámal Erik Hentze hevur úttikið 21 spælarar til EM-undankappingardystirnar móti Fraklandi og Norðurmakedónia, sum vera á útivølli 24. og 29. mars

——————

Fyrst Frakland og síðan Norðurmakedónia eru mótstøðuliðini, tá føroyska U21-landsliðið seinni í hesum mánaðinum skal á vøllin aftur.

Hósdagin 24. mars klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Frakland og Føroyar U21 EM-undankappingardyst á Stade de l’Épope í Calais.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Norðurmakedónia týsdagin 29. mars klokkan 17:00 á National Arena Todor Proeski í Skopje.

Tá Frakland vitjaði á Ovara vølli í Gundadali í september í fjør gjørdist úrslitið javnleikur 1-1, og úrslitið var tað sama, tá Føroyar og Norðurmakedónia møttust við Djúpumýru í Klaksvík í oktober.

Sámal Erik Hentze er venjari hjá U21-landsliðnum, og mánadagin setti hann navn á teir 21, ið eru boðsendir til komandi dystir.

Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Mørk, HB Tórshavn
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Áki Johannesen, B68 Toftir
Elias Rausborg, Hvidovre IF (Danmark)
Pætur Skipanes, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, B36 Tórshavn
Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn
Noah Hans Mneney, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Símun Sólheim, B36 Tórshavn
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Ragnar Skála, AB Argir
Lukas Giessing, Nykøbing FC (Danmark)
Jørgen Nielsen, NSÍ Runavík
Steffan Løkin, B68 Toftir
Jonn Johannesen, KÍ Klaksvík