Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, hevur sent boð eftir 20 spælarum til ársins síðsta U21-landsdyst, sum er á útivølli móti Grikkalandi hósdagin 16. november

——————

Hósdagin 16. november fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá útidysturin móti Grikkalandi er á skránni.

Higartil hevur gingið framúr væl hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum í undankappingini til EM 2025. Eftir fýra dystir hava Føroyar ognað sær 7 stig, og er í løtuni á 3. plássi í bólkinum, meðan mótstøðuliðið hesaferð, Grikkaland er á 4. plássi við 5 stigum.

Í mun til seinasta dyst, tá føroyska U21-liðið vann 1-0 á útivølli móti Andorra, hevur Eyðun Klakstein gjørt eina broyting í hópinum. Martin Agnarsson, ið spælir fyri Viborg FF í donsku Superliguni, er nú tøkur aftur eftir skaða, og hann verður tískil við í dystinum móti grikkum um eina stóra viku.

Hópurin
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)
Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Aron J. Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandoy
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Poul Kallsberg, Víkingur

Sum fyrireiking til komandi dyst, venur U21-hópurin á Tórsvølli næstu dagarnar saman við A-landsliðnum. 

Myndir: Hans Erik Danielsen