Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, hevur sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum móti Portugal


Keyp atgongumerki

Klokkan fýra seinnapartin sleppur føroyska U21-landsliðið av álvara at royna seg, tá greiða oddaliðið í bólkinum, Portugal vitjar á Djúpumýru í Klaksvík.

Undan dystinum í dag, sum er tann næstseinasti hjá okkara monnum í hesari undankappingini, eru portugisar fremst í bólkinum við 21 stigum, meðan Føroyar eru nummar fýra við 7 stigum.

Tá liðini fyrr í ár hittust á Estádio de São Luís í Faro, vann Portugal 4-0. Men tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at portugisar av álvara avgjørdu dystin.

Eyðun Klakstein er venjari hjá U21-liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Atla Gregersen, hevur hann nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja móti Portugal seinnapartin.

Ari Petersen verður í mál, og verjuna manna Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg og Martin Agnarsson. Á miðvøllinum frá byrjan vera Heini Sørensen, Aron Ellingsgaard, Noah Mneney, ið er liðskipari, og Olaf Báðarson, og fremsti maður á føroyska liðnum verður Jørgen Nielsen.

Á bonkinum sita Jóanes Davidsen, Jákup Vilhelmsen, Bergur Poulsen, Ejvind Mouritsen, Jens Erik Bruhn, Beinir Nolsøe, Emil Weihe Joensen, Leivur Guttesen og Gutti Dahl-Olsen.

Stigatalva og leikskrá

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 15. oktober klokkan 17:00, tá Føroyar taka ímóti Hvítarusslandi á Tórsvølli.