Í morgin fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móti Grikkalandi, sum í løtuni er nummar 60 á FIFA listanum
——————
Tað er nummar 60 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 110, tá Grikkaland og Føroyar trína á Theodoros Vardinogiannis leikvøllin á Kreta í morgin (fríggjadagin 5. apríl, skriv.) klokkan 18:00, sum er klokkan 20:00 lokala tíð í Grikkalandi.
Talan er um fyrsta dystin í nýggju EM-undankappingini, og umframt Føroyar og Grikkaland, eru Montenegro og Andorra eisini í bólkinum.
Føroyski hópurin kom til Kreta seinnapartin týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni, sum hava verið í góðum umstøðum, og í góðum veðri, samanborið við kuldan og kavan í Føroyum.
EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.
Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 9. apríl, tá okkara kvinnur møta Montenegro á Gradski Stadion í Podgorica.
Myndir: Jakoba Svensdóttir